Um Klima

Klima veitur loysnir, ið hjálpa tær at stýra tínum orkuskipanum.

Vit hava spart nógvum av okkara kundum munandi upphæddir á el- og oljurokningini.

Klima byrjaði í tí smáa í 2004. Stovnarin, Jens Kristian Haraldsen, hevði tá í fleiri ár arbeitt í Danmark hjá fyritøkum, sum fáast við at byggja nýggjar, endurnýggja og viðlíkahalda CTS-skipanir.

Í dag eru 10 fólk knýtt fast at fyritøkuni, og hava vit væl yvir tveyhundrað skipanir koyrandi runt landið.

Starvsfólkini eru elektrikarar, maskinmeistarar og forritarar.

Í høvuðsheitunum er talan um ventilatións- og hitastýringar, orkusparistýringar, brand- og roykspjellskipanir og ljósskipanir, ið vit framleiða og seta upp. Vit hava breiðar førleikar, og eru altíð klár at ráðgeva og vegleiða tykkum.