Loysnir

Klima hevur loysnina til tín, eisini ta grønu.
Vit hava loysnina, um tað so er ventilatións-, hita-, el-, alarm ella brandskipan.

Vit hava bygt skipanir síðan 2004, og her er talan um bæði smáar og stórar. Vit hava omanfyri 200 skipanir koyrandi, tær allarflestu eru CTS-skipanir, har í minsta lagi ventilatións- og hitaskipanin koyrir saman, vita av hvørji aðrari.

Dømi um slíkar skipanir eru mangar. eitt nú hevur Varðin Pelagic tikið nýggjan umsitingarbygning í brúk á Tvøroyri. Hetta er ein rúmligur bygningur í tveimum hæddum, har skrivstovur, fundarhøli og matstova eru, umframt vesi og goymslur. Skrivstovur, fundarhølir og matstova hava gólvhita og ventilatión.

Vit hava sett stýriútgerð upp, t.e. spjellmotorar á innblæsing og útsúgving av luft, og sett motorar at regulera gólvhitan. Inni í hvørjum rúmi er ein hita- og CO2-følari. Hesin sigur frá støðuni á inniluftini: er ov kalt, opnar hann fyri gólvhita, er ov heitt, lukkar hann fyri gólvhita og spjellini fara upp, so luft kemur inn at køla rúmi við. Um CO2-virðið fer uppum ásetta, opna spjellini eisini.

Les meir