Tilmæli

“Vágamennirnar dámar mær væl. Teir fingu orkunýtsluna á Felagsskúlanum niður við einum triðingi. Síðani hava teir gjørt nøkur átøk afturat, og vit hava fingið skipaninaáteldu.Nú kann eg fylgja við og stýra skipanini, óansæð hvar eg eri.”

Terji Johannesen, húsavørður, Felagsskúlin á Oyrarbakka

 

“Klima hevur gjørt eitt gott arbeiði. Í 2009 fingu vit kompenserandi ketlar, og oljunýtslan minkaði umleið 20 – 25%. Síðani hevur Klima gjørt fleiri átøk afturat, og arbeiðsgongdin er munandi lættari. Sjálvur eri eg mest glaður fyri, at vit hava fingið CTS.”

Regin Olsen, maskinmeistari, Klaksvíkar Sjúkrahús