Veitarar
Klima hevur bæði tøkni og førleikar til at loysa krevjandi CTS uppgávur.
Vit lata automatik bæði til privatar og almennar bygningar. Heildarloysnin til framkomnan automatik, sum bæði sparir upp á orku og gevur tygum møguleika fyri sjálvvirkandi eftirliti og stýring av hita, køling, ventilatión og ljósi.
Í samstarvi við okkara veitarar finna vit tí røttu loysnina.
Arbeiðsumstøður kunna styrkjast munandi við røttum, termiskum hentleikum, góðum luftskifti og góðum ljósviðurskiftum í arbeiðshølunum s.s. í skrivstovum og skúlastovum. Samstundis er tað av stórum týdningi, at orku- og viðlíkahaldsútreiðslurnar verða so lágar sum gjørligt. Við hesum sum endamáli kann sparing gerast veruleiki við einum nútíðar CTS- stýriskipan.
Framhaldandi verða krøv sett til dygdina á inniklima og optimering av hesum á tí einstaka arbeiðsplássinum. Tað verða samstundis sett størri krøv til umhvørvisviðurskifti í bygningunum.
Klima skapar loysnir, sum júst passar til teir einstøku bygningarnar og teirra serkrøv til inniluftina.
![](http://localhost/klima/wp-content/uploads/2019/10/veitari-3-300x191.png)
Klima brúkar í høvuðsheitinum Trend útgerð. Trend er partur av Honeywell, ið er heimsins størsti framleiðari at tøkni til bygningsautomatikk, s.s. stýrieindir, følarar, ventilar og ventilmotorar.
![](https://klima.fo/wp-content/uploads/2023/08/ATKI-logo-300x191.png)
Klima veitur loysnir til ferðsluregistrering og -stýring, parkerings- og signalanlegg frá ATKI. ATKI eru serfrøðingar á økinum, og við egnari menningardeild, verður tryggjað, at allar loysnir eru skraddaraseymaðar til tørvin hjá kundanum.
![](https://klima.fo/wp-content/uploads/2023/08/DAKK-logo-300x191.png)
Klima veitur útgerð til industrikøkin frá Dansk Køkkenkomfort. Dansk Køkkenkomfort menna og framleiða køksventilatiónsloysnir og sóttreinskandi UVC-tøknina til yrkiskøkin.
![](https://klima.fo/wp-content/uploads/2023/08/hansbuch-logo1.png)
Klima veitur gjøgnum A/S Hans Buch eitt breitt úrval av HVAC útgerð og komponentum í høgari góðsku.