CTS

Hvat er CTS?

Vanliga verður CTS (donsk stytting fyri Central Tilstandskontrol og Styring) samansett av digitalum undirsentralum, sum verða settir í eitt kervi, sum stýra hita-, ventilatiónsverkum og øðrum byggitekniskum anleggum. Tann fysiska umsjónin kann fara fram við ymsumfølarum, brand- og frosttermostatum, sum verða viðgjørdir í teimum intelligentu undirsentralunum, sum síðani stýra útgangunum til motorventilar, ventilatorar og øðrum.

CTS stýriskipan verður ansað og avgreitt við eini teldu, sum eisini verður kallað ein “høvuðsstatión”. Við grafiskum myndum, sum vísast á telduni, kann skipanin ansast, avgreiðast og stillast.