Tænastur

Fyribyrgjandi viðlíkahald við eini tænastuavtalu veitir tryggleika fyri, at útgerð tygara altíð er vælkoyrandi.

Eitt anlegg, sum verður hildið viðlíka á rættan hátt, hevur færri óvæntaðar virkissteðgir og tryggjar, at orkunýtslan alla tíðina er sum best.

Klima hjálpir fegin við at halda viðlíka tygara anlegg, og kunnu bjóða tygum eitt úrval av ymiskum veitingum í sambandi við eina tænastuavtalu.

Hetta gevur tygum møguleika at velja eina skraddaraseymað tænastu, júst eftir tygara tørvi, líkamikið hvat fyri anlegg ella automatikk tygum hava.

Vanliga gjøgnumganga vit stýrisskipanina, allar stýrilutir, reinsa og dustsúgva ventilatiónina, skifta filtur og royndarkoyra ymsu funktiónirnar.
Eisini verður tænstufrágreiðing skriva.