CTS

Hvat er CTS?

Vanliga verður CTS (donsk stytting fyri Central Tilstandskontrol og Styring) samansett av digitalum undirsentralum, sum verða settir í eitt kervi at stýra hitaskipanum, ventilatiónsverkum og øðrum byggitekniskum anleggum. Tann fysiska umsjónin kann fara fram við ymsum følarum, og brand- og frosttermostatum, sum verða viðgjørdir í teimum intelligentu undirsentralunum, sum síðani stýra útgangunum til motorventilar, ventilatorar og aðra tekniska útgerð.

CTS-stýriskipan verður ansað og stilla við eini teldu ella servaraskipan, eisini kallað ein “høvuðsstatión”. Við grafiskum myndum, sum síggjast á telduskíggjanum, hevur brúkarin fullfíggjað yvirlit á øllum, sum skipanin umfatar.