Varðin Pelagic bygt út
Stórfyritøkan á Tvøroyri, Varðin Pelagic, hevur júst tikið stóran umsitingaarbyggning í nýtslu. Hetta er ein ljósur og vakur byggningur, ið er bygdur uppí vestar enda av uppisjóarvirkinum, og vendir niðan ímóti gomlu pakkhúsunum hjá Thomsen.
Klima hevur latið rúmstýringar til henda framkomna byggning, har vit stýra luft- og hitaskipanini við mest framkonu tøknini á marknaðinum. Øll skrivstovu- og fundarhøli verða stýrd hvørt í sínum lagi v.v. hita og luftskifti, umfarmt at gongir v.m. hava hitastýringar.
Klima hevur verið við frá byrjan av hjá Varðan á Tvøroyri, og hava vit gjørt hitaendurvinningar og orkusparandi skipanir, so virkið onga olju brúkar, tá køli- og frystiútgerðin koyrir. So her er talan um hundraðtúsundar av krónum, tey spara í olju árliga.