Hotel Føroyar

Vit hava í nøkur ár stýrt ventilatiónum og útsúgvingum á stórsta hotellinum í landinum.

Vit hava umbygt skipanirnar, sett frekvensumformarar og aðra útgerð á ymsu ventilatiónirnar fyri at kunna stýra luftnøgdunum.

Og fyri stuttum bleiv ein nýggj skipan gjørd til køkin og fínu GRAS (fyrr KOKS) matstovuna, har luftin frá eimhettum eisini verður endurnýtt. Og aftur her bleiv stýriskpan frá Klima keypt til hesa serstøku uppgávu. Og alt er samlað á Trend 963 stýriskipanini frá Klima.