Nýggja tyrvimóttøkan og reinsiverkið avhendað
Týsdagin, 10. januar 2023, var avhendingin av nýggju tyrvimóttøkuni og reinsiverkinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík.
Klima hevur framleitt stýriskipanir til bygningarnar á Nýggjheiðum, stýriskipanir sum eru við at gera verkið grønari, meira burðardygt og umhvørvisvinarligari.
Talan er um sertilgjørda stýriskipan til hitastýringar, ventilatiónir, pumpuskipanir, útsúgvingar og eftirlitskipanir av spillvatni og brunnum.
Á støðini er móttøka av tyrviburturkasti, eitt tyrvingarpláss og eitt reinsiverk til rottangaevju.
Tað var í desember 2019, at IRF og Tórshavnar kommuna gjørdu samstarvsavtalu um felags viðgerð av tyrviburturkasti og rottangaevju, og arbeiðið, sum byrjaði í 2020, hevur gingið eftir ætlan.