Picture of Leirvík village in Eysturoy

Nýggj framkomin tøkni til Eysturkommunu

Mikudagin 12 apríl 2023 lótu vit nýggja stýriskipan til Eysturkommunu, skipanin skal geva skúlanum og eldrasambýlinum Giljagarði hita og grønari orku.

Klima hevur veitt og sett stýriskipanina upp, veitt og sett upp ymiska útgerð, forrtita og gjørt skermmyndir.

Skipanin, sum tey hava fingið, hevur framkomna tøkni, ið lagar nýtsluna eftir nær framleiðslan er mest grøn.
Tey hava annars brúkt 70.000 litrar av olju um árið, hetta fer nú at broytast við intelligentu skipanini, sum vit hava ment.