Bakkafrost: Stórarbeiði á Glyvrum
Klima letur nógva útgerð til nýggja Bakkafrost á Glyvrum. Stýring av ventilatiónum, endurvinning av orku og pumpuskipanir vóru skipanir, ið vit skuldu lata til í fyrstu atløgu. Til nýggja umsitingarbygningin skula vit lata hita- og rúmstýringar.
Gamla góðskingarvirkið hevur havt útgerð frá okkum í 6-7 ár, tá vit gjørdu stýringar eina endurvinningarskipan, har vit gjørdu útgerð til at stýra tøknini, ið tekur hitan frá frystikompressarunum og goyma hann í stórum tanga. Hitin verður brúktur til at hita bygningarnar og vaska við. Her hava tey onga olju brúkt tá frystiskipaninar koyrdu, so endurvinning av orku kann veruliga loysa seg, um skipanin er rætt uppbygd. Og tí valdu tey at fáa líknandi og enn betri útbygda skipan til nýggja virki.