Ert tú okkara nýggi elektrikari?

 

Vit leita eftir einum dugnaligum elektrikara at byrja skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv, har tú kemur at hava ein týðandi leiklut og verður við til at mynda Klima út til kundan.

 

Um starvið

Sum elektrikari hjá okkum kemur tú út til nógvar ymiskar kundar kring alt landið. Uppgávurnar verða m.a. at veita el-arbeiði og loysnir til vinnuna og at seta upp CTS skipanir.

 

Um teg

Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva, at tú ert fyrikomandi, nærløgd/nærlagdur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil, og at tú ert útbúgvin elektrikari.

 

Setan

Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jens Kristian Haraldsen, stjóra, á tlf. 233 555.

 

Umsókn

Umsóknarfreistin er 31. august 2024.

Umsókn við lívsrensli, prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til jkh@klima.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.

 

Klima er fyritøka í støðugari menning. Vit veita ymiskar tekniskar loysnir, m.a. orku-, hita-, ventilatións- og hitapumpuskipanir, eins og vit veita viðlíkahaldstænastur til kundar okkara. Vit kunnu bjóða tær eitt mennandi og fjølbroytt starv í einum toymi við góðum samanhaldi og góðari leiðslu.