ABV
ABV – Automatisk BrandVentilatión
Automatisk brandventilatión er, í stuttum, ein skipan, ið automatiskt tømur bygning fyri royk, um eldur er í.
í dag er krav um, at allir størri byggningar, sum ikki eru privat sethús, skula hava ABV. Hetta fyri at tryggja, at fólk sleppa trygt út uttan at blíva roykeitrað.
Skipanin er bygd upp av roykopum í takinum, uppgongdum o.l., og/ella ventilatorum, sum verða startaðir fyri at súgva roykin út. Eisini eru krøv um at erstatningsluft sleppur inn, t.d. gøgnum automatiskar neyðhurðar.
Slíkar skipanir fara ikki ígongd av sær sjálvum, men hava vanliga ein knøtt við høvuðsinngongdina til bygningin.
Hesar skipanir skula verða góðkendar av brunamyndulleikunum, og krav er eisini um árlig eftirlit støðugt viðlíkahald av skipanini.
Klima er góðkent at byggja slíkar skipanir upp, og at hava eftirlit við teimum.