IBI
IBI stendur fyri intelligent bygnings installatión, og kunnað fjarstýrast frá snildfonini hvar enn tú ert á klótuni.
IBI-skipanir verða brúktar m.a. at stýra ljósum, hitaskipanum, ventilatión, alarmum og ljóðútgerð.
IBI-skipan kann brúkast til alt millum himmal og jørð, eitt nú við hjálp av følarum tendrað ljósið úti tá tað myrkir ella tá onkur nærkast húsum, og við uri sløkkja alt ljósið í einum, dempa onkur ávís ljós, tendrað automatiskt á t.d. gongini og á vesinum, um mann fer upp um náttina, tendrað ymisk ljós runt um í húsinum tá familjan eru burtur í feriu, sum kann halda innbrotstjóðum burt, stýra ventilatiónini eftir luftvætuni.
IBI-skipanir fáast sum pakkaloysnir, sum so eisini kunnað byggjast út eftir tørvi.