Orkumenning
Hjá Klima hava vit fleiri ára royndir við, at orkusparing og betri inniklimað eru tvær síðir av somu søk.
Jú betri ein teknisk skipan koyrir, jú betri er umstøðurnar í bygninginum og lægri er orkunýtslan.
Hvat er best, er tó ymiskt frá stað til stað. Til dømis er stórur munur á tørvinum í einum minni skrivstovubygningi og í einum stórum fólkaskúla.
Byrjunarstøðið, tá ið hugsað verður um einhvørja orkumenning, er tí at fáa í ljósmála, hvør tørvurin er hjá júst tínari fyritøku/stovni. Tá ið tað er komið upp á pláss, skræddaraseyma vit skipanina fyri at tryggja orkusparingar og betri inniklima; júst sum tit vilja hava tað. Uttan mun til støddina ella slag av bygningi, vit arbeiða í, so er lyklaorðið ‘íløgur, ið loysa seg’, tá ið vit hugsa um orkumenning.
Sjálvt í bygningum, ið longu eru orkumentir, er ofta møguleiki at minka enn meira um orkunýtsluna og samstundis eisini betra um inniklimaðið, uttan at tað er neyðugt við stórum íløgum.
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra nærri um møguleikarnar í tínum bygningi.