Skúlin á Argjahamri

Skúlin á Argjahamri er størsta arbeiði, ið Klima hevur gjørt. Talan er um sera umfatandi CTS byggningsautomatikk, har vit m.a. stýra vindeygum í dupultum fasadum, luftskiftinum í stovum við framkomnum hita- og CO2-følarum, saman við VAV-spjellum, í eisini máta luftnøgdina, ið sogin verður út. Vit stýra fleiri ymsum hitaskipanum til nógvar gólv- og radiatorskipanir, umframt vanligum ventilatiónum.

Men sum tað mest áhugaverda er endurvinningin. Heita luftin, ið verður sogin út, verður endurvunnin í trimum hitapumpuskipanum, sum senda hitan í goymslutangar. Úr teimum verður so hitin brúktur at hita gólvini. Og øll orkan, ið brúkt verður til upphiting, verður máta og registrera við orkumátarum.

Og alt kann síggjast á framkomna Trend 963 stýriforritinum, ið liggur á telduskipan. Her kunna øll møgulig virðir avlesast og stillast, alt eftir ymiska tørvinum.