Close

VEITARAR OG ÚTGERÐ

Klima hevur bæði tøkni og førleikar til at loysa krevjandi CTS uppgávur.

Vit lata automatik bæði til privatar og almennar bygningar. Heildarloysnin til framkomnan automatik, sum bæði sparir upp á orku og gevur tygum møguleika fyri sjálvvirkandi eftirliti og stýring av hita, køling, ventilatión og ljósi.

Í samstarvi við okkara veitarar finna vit tí røttu loysnina.

Arbeiðsumstøður kunna styrkjast munandi við røttum, termiskum hentleikum, góðum luftskifti og góðum ljósviðurskiftum í arbeiðshølunum s.s. í skrivstovum og skúlastovum. Samstundis er tað av stórum týdningi, at orku- og viðlíkahaldsútreiðslurnar verða so lágar sum gjørligt. Við hesum sum endamáli kann sparing gerast veruleiki við einum nútíðar CTS- stýriskipan.

Framhaldandi verða krøv sett til dygdina á inniklima og optimering av hesum á tí einstaka arbeiðsplássinum. Tað verða samstundis sett størri krøv til umhvørvisviðurskifti í bygningunum.

Klima skapar loysnir, sum júst passar til teir einstøku bygningarnar og teirra serkrøv til inniluftina.


Klima brúkar í høvuðsheitinum Trend útgerð. Trend er partur av Honeywell, ið er heimsins størsti framleiðari at tøkni til bygningsautomatikk, s.s. stýrieindir, følarar, ventilar og ventilmotorar.


Klima selur frekvensbroytlar frá finsku Vacon. Vacon ger frekvensbroytlar í øllum støddum og til sera kappingarførar prísir.

Klima brúkar filtur frá Camfil, ið er heimsins størsta fyritøka innan slíka útgerð. Vit veita filtur til øll sløg av ventilatiónum fyri sera kappingarførar prísir.