Loysnir

Klima hevur loysnina til tín, eisini ta grønu. Vit hava loysnina til tín, um tað so er ventilations,- hita-, el-, alarm ella brandskipan.

Vit hava bygt skipanir síðan 2004, og her er talan um bæði smáar og stórar. Vit hava væl omanfyri 200 skipanir koyrandi, tær allarflestu eru CTS-skipanir, har í minsta lagi ventilatións- og hitaskipanin koyrir saman, vita av hvørji aðrari.

Dømi um slíkar skipanir eru mangar.Tildømis hevur Varðin Pelagic tikið nýggjan umsitingarbygning í brúk á Tvøroyri. Hetta er ein rúmligur bygningur í tveimum hæddum, har skrivstovur, fundarhøli og matstova eru, umframt vesi og goymslur. Skrivstovur, fundarhølir og matstova hava gólvhita og ventilatión.

Vit hava sett stýriútgerð upp, t.e. spjellmotorar á innblæsing og útsúgving av luft, og sett motorar at regulera gólvhitan. Inni í hvørjum rúmi er ein hita- og CO2-følari. Hesin sigur frá støðuni á inniluftini: er ov kalt, opnar hann fyri gólvhita, er ov heitt, lukkar hann fyri gólvhita og spjellini fara upp, so luft kemur inn at køla rúmi við. Um CO2-virðið fer uppum ásetta, opna spjellini eisini.

Okkara skipan stýrir eisini stóru ventilatiónsskipanini, og henda koyrir eftir einum trýstfølara. So hvørt sum spjell opna til ymsu rúmini, fellur trykkið á følaranum, og hann gevur stýringini boð um at seta ferðina upp á ventilatiónini.

Stýringin er knýtt uppí eina stýrisskipan, Trend 963, har allar hesar ymsu stillingar kunna síggjast og broytast, og allir følarar kunna avlesast. Avvarðandi maskinmaður kann altíð síggja støðuna í ymsu rúmunum og tillaga eftir ynskjunum.

Klima er eitt góðkent Trend systemhús og hevur bæði tøkni og førleikar til at loysa krevjandi CTS-uppgávur. Klima veitir bygningsautomatik bæði til privatar og almennar bygningar.

Heildarloysnin til framkomnan bygningsautomatik, sum bæði sparir upp á orku og gevur tygum møguleika fyri sjálvvirkandi eftirliti og stýring av hita, køling, ventilatión og ljósi.

Arbeiðsumstøður kunna styrkjast munandi við røttum termiskum hentleikum, góðum luftskifti og góðum ljósviðurskiftum í arbeiðslokalum s.s. í skrivstovum og skúlastovum. Samstundis er tað av stórum týdningi, at orku- og viðlíkahaldsútreiðslurnar verða so lágar sum gjørligt. Við hesum sum endamáli, kann ein sparing gerast veruleiki við einum nútíðar CTS- stýriskipan.

Framhaldandi verða krøv sett til dygdina á inniklima og optimering av hesum á tí einstaka arbeiðsplássinum. Tað verða samstundis sett størri krøv til umhvørvisviðurskifti í bygningunum.

Klima skapar loysnir, sum júst passar til teir einstøku bygningarnar og teirra serkrøv til inniluftina.

Við dugnaligum fólki við nógvum ára royndum hevur Klima vitanina til at loysa júst tín tørv.