Close

12. oktober 2018

Gingið væl á Varðanum Pelagic á Tvøroyri

Klima hevur eisini latið stýriskipanir til nýggja virki hjá Varðanum Pelagic. Vit lótu nógva útgerð til gamla virki, men tað kann als ikki samanberast við útgerðina, vit nú lata til nýggja virki. Her er talan um útgerð  at stýra øllum hita- og ventilatiónsskipanunum. Har umframt koma stýringar til eina rúgvu av ventilatorum, pumpuskipanir og mangt annað.

Hetta er so mikið umfatandi, at fleiri av fólkum okkara hevur verið har suðuri í nógvar mánar.