Close

21. marts 2017

Heimið við Vágna

Ellis- og røktarheimið í Klaksvík, sum fekk snøgga navnið Heimið við Vágna, bleiv tikið í nýtslu um ársskiftið 2013-14. Klima hevur gjørt skipaninar til ventilatión og hita. skipan er uppbygd á tann hátt, at búrúmini hava spjellstýringar, sum koyra eftir røslufølara á vesinum, umframt at skipanin eisini regulerar eftir hitanum í rúminum. Inni í búrúminum er eitt panel við innbygdum hitafølara, har tað ber til at stilla hitan +/-3 hitastig. Búrúmið hevur eina grundventilatión, so tað altíð er eitt lítið luftskifti, men fer onkur inn á vesi, opna spjellini meira í eitt ávíst tíðarskeið. Aðrar stillingar kann húsavørðurin gera inni á 963-telduskipanini, m.a. stilla klokkur, aktivera ella deaktivera rúm og seta ferðina upp ella niður á ventilatiónunum, sum kann verða neyðugt millum tær skiftandi árstíðirnar

21. marts 2017