Close

16. marts 2017

Stýr orkuni gjøgnum netið

Við eini einfaldari og brúkaravinarligari stýrisskipan kanst tú altíð fáa yvirlit og stýra hitaskipanini heimanifrá, ella hvar tú ert.

Ein einføld og liðilig skipan. Tú kanst stýra inniklimanum, hitanum, luftvætuni og luftgóðskuni, so at brúkarin kennir seg væl í rúminum. Men tað gevur eisini møguleika at betra orkunýtsluna.
Inniklimaðið kann stýrast í hvørjum einstøkum rúmi, og brúkararnir kunnu eisini í ein ávísan mun stýra skipanin, uttan at tú missir tað miðsavnaðu stýringina.

Við okkara skipan fært tú:

  • yvirlit og eftirlit
  • spart í orkunýtslu og avmarkað í koltvíútlátið.
  • stýrt luftgóðsluni – betri trivnaður
  • møguleika at stýra tey einstøku rúmini hvør sær – størri nøgdsemi

Skipanin er roynd í 30 ár og bæði snið, innlegging og stýringin er einføld og skræddaraseymað tí einstaka tørvinum. Tú kanst stýra skipanini á telduni ella á telefonini.

16. marts 2017